Vegleiðing til tilmelding til dansiskeið ella tiltak
A. Tá tú meldar til fyrstu ferð skalt tú
1. markera pílin til høgru ovast og velja “Stovna vanga”
2. útfylla spurningarnar um navn v.m. og enda við “Brúkaranavni” og “Loyniorði”.
3. Góðtaka “Treytirnar” og “Samtykkeerklæringen”, sí nærri frágreiðing, og “Stovna vanga”.
4. Tú ert nú loggað á og kanst melda teg til undir “Holdtilmelding ella “Tiltøk”.
B. Við seinni tilmelding skalt tú
1. útfylla “Brúkaranavn” og “Loyniorð” eftir symbolini við pílin ovast til høgru – tey somu sum við fyrstu tilmelding.
2. Tú ert nú loggað á og kanst melda teg til undir “Holdtilmelding” ella “Tiltøk”
C. Tá tú ert loggað á sært tú títt navn ovast til høgru. Enda við at “Rita út”.
Um tú hevur gloymt brúkaranavn og/ella loyniorð kanst tú finna t-postin fram aftur við at leita í tínum innbakka uppá “din profil til Dansifrøi”.
Hjálp til tilmelding fæst í Dansifrøi sunnudagar í august/september kl. 14 – 14.45. Tú kanst eisini sms'a títt tlfnr á 285644, so ringja vit aftur.
Gjaldið fyri dansiskeiðið er íroknað limagjald, tvs at øll sum melda til dansiskeið eru limir í Dansifrøi og kunnu koma við til veitslur og onnur tiltøk hjá felagnum. Tá skeiðið er liðugt kanst tú velja at halda fram sum limur við at gjalda limagjald.
Limir, sum ikki eru tilmeldaðir dansiskeið, gjalda 200 kr um árið í limagjaldi gjøgnum “Holdtilmelding – Limagjald” ella við bankaflyting.
Skeiðsgjaldið 2024/25 er eisini limagjald fyri 2025.
Um tú meldar teg til fleiri dansiskeið fært tú 50% avsláttur uppá skeið nr 2 og fylgjandi
Stutt um “Treytirnar” í gjald við korti
Treytirnar eru handilstreytirnar fyri heimasíðuna. Í stuttum loyvir tú Dansifrøi at trekkja gjaldið fyri dansiskeið ella tiltøk, sum tú meldar teg til, av tínari konto.
Stutt um “Samtykkeerklæring” og "Billedgodkendelse"
Vit fylgja her nýggjari EU lóggávu (GDPR – General Data Protection Regulation), sum ásetur, at tú skalt loyva Dansifrøi at brúka tínar vangaupplýsingar í sambandi við dansiskeið o.a. virksemi felagsins, og at tú altíð kanst taka loyvið aftur.