HipHop

Øll eru vælkomin, allir aldursbólkar - vand sum óvand.

Dansur er við at stimbra tað mentala, bæði tí man skal fokusera uppá koordinatión, men eisini læra kroppin at gera nýggjar og øðrvísi rørslur.

Dansur er harumframt við til at styrkja og samantvinna kropp og sinn.

Dansiskeiðið endar við einari framsýning, har dansararnir vísa fram tað, tey hava lært á skeiðinum.

Undirvísararnir hava allir dansiútbúgving innan stílin tey undirvísa í, og drúgvar royndir og holla vitan innan dansikunnleika.


Dømi: