Felagslógin hjá Dansifrøi (2016)
 
§ 1 Navn felagsins er Dansifrøi
§ 2 Endamál
      Endamálið við felagnum er at:
     1. varðveita og nøra um áhugan fyri gomlum dansi / fólkadansi og at skipa fyri undirvísing í fólkadansi.
     2. skipa fyri undirvísing av ymiskum dansi
     3. skipa fyri tiltøkum til frama fyri dansi og dansitónleiki.
§ 3 Limaskapur
     1. Øll kunnu gerast limir.
        a. Fyri at kunna gerast limur, skal ein vera 18 ár og taka undir við endamáli felagsins.
        b. Børn og ung undir 18 ár kunnu gerast limir um foreldrini/verjar skrivliga loyva tí, og váttan um møgligu luttøku
            á veitslum. Persónar undir 18 ár kunnu ikki sita í nevnd felagsins.
     2. Striking av limaskapi
        a. Limur kann verða strikaður um hann stendur í meira enn eitt árs eftirstøðu fyri limagjald.
        b. Limur kann verða strikaður úr felagnum, um hann sýnir ósømiligan atburð.
            Í hvørjum einstøkum føri tekur nevndin støðu.
§ 4 Aðalfundurin
     1. Aðalfundurin er hvørt ár í januar ella februar mánað.
     2. Aðalfundurin skal vera fráboðaður limunum minst 14 dagar frammanundan.
     3. Um nevndin, ella í minsta lagi 1/3 av limunum biður um tað, skal kallast saman til eykaaðalfundar.
     4. Eykaaðalfundurin skal vera fráboðaður á sama hátt sum aðalfundurin.
     5. Á aðalfundinum skal henda skrá vera:
        a. Val av fundarstjóra
        b. Frágreiðing frá formanninum í Dansifrøi
        c. Framløga av grannskoðaðum roknskapi fyri Dansifrøi og felagshúsið til góðkenningar
        d. Innkomin mál
        e. Val av nevndarlimum
        f. Val av tiltakslimi
        g. Val av grannskoðara
        h. Val av Húsanevnd
        i. Val av tiltakslimi
        j. Ásetan av limagjaldi
        k. Ymiskt
§ 5 Nevnd felagsins
     1. Aðalfundurin velur eina 5 mannanevnd at stjórna felagnum.
        a. Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara. Nevndin hevur dagligu leiðslu
            felagsins um hendi og heldur í minsta lagi ein fund um mánaðin. Næstformaðurin røkir starv formansins tá       
            honum berst frá Skrivarin skal skriva gerðabók hvønn nevndar- og aðalfund og annars um tað, sum fram er
            farið í felagnum.Kassameistarin heldur roknskap felagsins, krevur inn limagjald og rindar útreiðslur eftir ávísing
            formansins. Hann fær eisini roknskapin grannskoðaðan og sendan til myndugleikan.
        b. Nevndin kann velja sær hjálparfólk til ávísar uppgávur við greiðari fyriskipan.
        c. Rakstrarætlan skal gerast fyri komandi ár. Serstøk rakstrarætlan verður gjørt fyri húsið saman við
            húsanevndini.
        d. Størri fíggjarligar avgerðir, sosum keyp og søla av fastari ogn ella lántøka, skulu leggjast fyri aðal- ella eyka-
            aðalfund til avgerðar, og skulu minst 2/3 av teimum møttu vera fyri.
     2. Nevndarval
        a. Nevndarlimir verða valdir og standa 2 og 3 nevndarlimir fyri vali 2. hvørt ár.
        b. Um semja er á aðalfundinum, kann undantak verða gjørd frá at nevndarvalið er skrivligt.
§ 6 Lógarbroytingar
     1. Uppskot til lógarbroyting skal vera nevndini í hendi innan 1. januar og skal sendast limunum saman við
         fundarfráboðan til aðalfund.
     2. Lógarbroyting verður, um 2/3 av fundarfólkinum eru fyri.
§ 7 Limagjald
     1. Limagjaldi verður ásett av aðalfundinum.
     2. Limagjaldið fellur til gjaldingar í januar og eigur at vera nevndini í hendi fyri aðalfundin, um limur skal hava
         atkvøðurætt.
§ 8 Felagshúsið
     1. Aðalfundurin velur eina Húsanevnd við 3 limum at umsita felagshúsið.
        a. Formaðurin í Dansifrøi er føddur limur.
        b. 1 limur verður valdur á aðalfundi fyri 2 ár í senn annaðhvørt ár.
        c. Nevndin skipar seg við einum húsanevndarformanni.
        d. 1 eykalimur verður valdur fyri 1 ár.
     2. Endamálið hjá húsanevndini er at skipa fyri rakstrinum av húsinum, herundir útleigan og viðlíkarhald.
        a. Raksturin verður fíggjaður av leiguinntøkum og nýtslugjøldum frá Dansifrøi. Raksturin av húsinum eigur at
            hvíla í sær sjálvum.
        b. Møguligt rakstraravlop verður avsett til húsið.
        c. Um serlig viðurskifti eru, kann Dansifrøi veita felagshúsinum serligan stuðul. Til hetta krevst nevndarsamtykt
            frá nevnd felagsins.
        d. Húsanevndin kann seta fólk í starv til at taka sær av dagliga rakstrinum av Húsinum. Starvsfólk vísa til
            húsanevndina.
     3. Húsanevndin vísir til eina og hvørja tíð til nevnd felagsins.
     4. Rakstrarætlan fyri komandi ár skal góðkennast av nevndini fyri aðalfundin.
§ 9 Avtøka av felagnum
     1. Felagið kann bert takast av um so er, at minni enn 10 limir vilja halda fram við tí.
     2. Felagshúsið kann einans avhandast sambært galdandi sáttmála millum Dansifrøi og Tórshavnar Kommunu.
     3. Um felagið verður niðurlagt, skulu ognir tess latast øðrum felag, sum á ein ella annan hátt styðjar gomlu
         dansunum/fólkadansi, í øðrum lagi stuðlar dansi og menning av dansi í heila tikið.