Okkara Hip Hop summarsýning verður fríggjadagin 15.mai í Norðlandshúsinum 💫

Sýning 1 er kl 16.30
Sýning 2 er kl 18.00
 
Øll børn, sum ganga til Hip Hop 5-7 ár, dansa bara við til sýning 1💃🏼 Øll hini holdini dansa til báðar sýningar💃🏼💃🏼  Allir dansarar møta í NLH kl 14.30 - fyriuttan Hip Hop 5-7 ár - tey møta kl 15.30
 
 Øll hava ein matpakka og vatndunk við, sum tey kunna eta backstage.
 Vit hava vaksin sum hjálpa til backstage, men hava brúk fyri fleiri at sita hjá Hip Hop 5-7 ár.
 
 Skriva mær Dianu eini boð á messenger - um tu kanst hjálpa.
 
Jólasýningin gekk sera væl, og tey øll fingu rós um hvussu røsk tey vóru at vera friðalig og ruddulig backstage. Tað halda vit áfram við, so tit foreldur muga gjarna práta við dansarnar um hetta áðrenn sýningina 😊  Atgongumerkið fara til sølu á nlh.fo 7.april 🗓️ Fyri, at øll skulla kunna síggja síni børn performa, haldið tykkum til max 5 atgongumerkir pr familju😊  Klæðir
 Hip Hop 5-7 ár - Tey velja sjálvi. Nógvar farvir er gott, muga dansa í skóm, so tey ikki glíða á gólvinum í NLH
 
Hip Hop 8-10 ár kl 15.00 - Øll hava svartar buksir, so er bólkur 1 í grønum🟢 Bólkur 2 í gulum🟡 bólkur 3 í reyðum🔴 Tit síggja á FB bólkinum (Diana Hip Hop 8-10ár) hvørjum bólki tey eru í. Tað er likamikið um tað er blusa, t-shirt ella hettutroyggja - bilar heldur ikki um tekstur er á. 
 Hip Hop 8-10 ár kl 16.00 - Svartar buksir, hvíta blusu, hettutroyggju ella t-shirt
 
 Hip Hop 11-12 ár -
 Leysar Cowboy buksir + svarta blusu, t-shirt ella hettutroyggja
 
 Hip Hop 13-14 ár - Svartar baggie buksir, svartar langerma blusu + hvíta t-shirt útyvir
 
 Hip Hop 15+ - Avtalað til venjing
 
 Hip Hop 30+ - Avtalað til venjing
 
 Mixed styles 9-13 ár - Svartar buksir, bláa blusu, t-shirt ella hettutroyggju.
 Øll hava eina svarta hettutroyggju ella liknandi sum nemt kann takast av.
 
 Tað er ikki meiningin, at nakar skal keypa nakað nýtt plagg - um man ikki eigur tað farvurnar man skal í, skriva so út a bólkin og vita um onkur eigur eyka. Nógv er eisini at finna í reyðakross, sum er opið hvønn leygardag
 
 Vh Diana