DANSIFRØI Í GLASGOW
Vit fóru úr Vágum tann 26. apríl um eitt-tíðina, komu í øllum góðum til Edinburgh og koyrdu við bussi víðari til Glasgow. Hotellið – Motel One Glasgow – liggur á Oswald Street 78-82 stuttan tein norðan fyri ánna Clyde. Í ferðalagnum vóru sekstan dansihugaðir føringar.
Vit trongdu sjálvsagt til ein bita, og um sekstíðina leitaðu vit út í býin. Sum kunnugt eru skotar tiknir úr leikum at framleiða fish & chips, og vit mungaðu illa eftir hesum rætti. Hann fekst eisini, men her á leiðini ongastaðni á matstovu, har pláss var fyri sekstan. Vit máttu tí leggja kongin, men tað eydnaðist okkum at finna eina kinesiska matstovu á triðju hædd í einum bygningi nærhendis Hope Street. Vertirnir vóru blíðir, men nógv pláss sýntist ikki at vera. Men hurðin varð latin upp til eitt rúm vinstrumegin, og har var pláss fyri okkum øllum sekstan. Vit sessaðust um tvey borð, fingu matseðilin og kundu velja millum eitt nú høsnarunga, fisk og rygglundir umframt suppu. Prátið gekk dúgliga, og hýrurin var góður. Tær kinesisku damurnar, sum ambætaðu okkum, vóru eygagóðar og sera raskar. Tann dominerandi liturin inni var reytt.
Mett og væl sett løgdu vit leiðina til gongu eftir Argyle Street við kós móti Sloans, á Argyle Street 108, sum bæði hýsir pub, veitsluhølum og dansihøll. Hvørt fríggjakvøld er Ceilidh dansur í einum høli á triðju hædd, og Fjóla hevði avrátt við fyriskipararnar, at vit skuldu luttaka hetta kvøldið. Summi av okkum vóru ikki heilt álvulig, tí spurningurin var, um vit fóru at megna avbjóðingina. Hvørjir dansir vóru á skránni, høvdu vit hylling á teimum, vóru onkur frábrigdir, vit ikki kendu? Tað vísti seg, at teir dansir, sum vóru á skránni, vóru allir í lættara lagi og at kalla alt dansir, vit kendu, eitt nú Eva Three Step, Dashing White Sergeant, Gay Gordons, svenskur valsur, Margaret´s Waltz, Virginia Reel, Haymakers og Canadian Barn Dance. Stemningurin inni var óhátíðarligur og festligur, ongin aftraði seg við at fara upp á gólvið, og alt gekk sum eitt spæl.
Tilsamans vóru í høllini eini 60 fólk. Við endan á salinum, vinstrumegin frá inngongdini, sótu teir tríggir spælimenninir, ein leikti á violin, ein á gittara, og millum teirra sat ein, sum stundum leikti á tinwhistle og stundum á trummu. Maðurin við violinini førdi orðið og greiddi væl frá hvørjum dansi, áðrenn byrjað var. Við endan høgrumegin frá inngongdini var barrin. Dansað var frá hálvgum níggju til á midnátt. Stutt fyri midnátt gjørdi fiólleikarin greitt, at nú kom Lomond Waltz, at kalla øll fóru nú upp á gólvið, hýrurin reyk upp í nýggjar hæddir, og tá hesin seinasti dansurin var komin at enda, sungu øll By Yon Bonnie Banks and By Yon Bonnie Braes, seinasta ørindi varð endurtikið fleiri ferðir, og til seinast sungu øll Should Auld Acquaintance Be Forgot. Kvøldið fekk á henda hátt ein bæði hátíðarligan og hugtakandi enda. Fleiri føringar nýttu høvi til við lógvataki at takka tónleikarunum fyri eitt frálíkt kvøld. Lat tað vera nevnt her, at Marna av og á fór yvir og skifti orð við tónleikararnar, og kanska hevur hon ein part av æruni fyri, at skráin sampakkaði so væl við okkara tørv og kunnleika.
Dagin eftir – sum var leygardagur – brúktu gestirnir til at kunna seg við møguleikarnar í Glasgow, og eitt nú fóru summi inn í klædnahandlar, meðan onkur leitaði sær inn í Gallery of Modern Art. Men vit høvdu avrátt at hittast til eina høvuðsmáltíð móti kvøldi klokkan fimm, og sostatt koyrdu vit í hýruvognum út til ta gitnu matstovuna Cosmo, sum liggur á Barrhead Road. Henda matstovan, sum er partur av eini matstovuketu, er av sonnum eitt fyribrigdi. Tú sessast saman við hinum við eitt borð, bíleggur síðani okkurt drekkandi, vín, øl, vatn ella okkurt annað, og fer so at hyggja teg um. Og har er sanniliga nakað at síggja – neytakjøt, svínakjøt, fiskur, krabbar, rækjur, øður, hundalond umframt ørgrynni av øðrum rættum, sum eru tilgjørdir á europeiskan ella eksotiskan hátt – alt í so mikið smáum nøgdum, at tú fært høvi til at nýta títt kulinariska hugflog og kreera títt egna, persónliga úrval. Tað søtmeti, ein valdi at fáa sær saman við te ella kaffi, varð kreerað á sama hátt – eitt nú vóru har smáir terningar av gularótakaku og lítil íløt við crème brulée.
Ætlanin var hetta leygarkvøldið at finna eitt dansistað í Glasgow. Onkur hevði funnið eitt høli uppi við George Square, og har var gamaní dansur í erva, men tað vísti seg, at hetta var eitt trúlovingargildi av privatum slag. Kvøldið gekk við at spáka í miðbýnum, og vit endaðu á The Oyster, áðrenn farið varð til húsa.
Sunnudagin fóru vit tann sokallaða Loch Ness-túrin runt í Glasgow við einum dupultdekkara-bussi. Veðrið var gott, nakað av vindi og stundum sól, so summi valdu at sita í erva og njóta útsýnið haðani. Oyratelefonir vóru til taks, so ein kundi – meðan koyrt varð – hoyra søguna um, hvussu tann modernaði Glasgow er runnin upp, um kirkjur og dómkirkjur og tær bygdir, sum vóru, áðrenn nútíðin trokaði seg fram við sínum risastóru bygningum. Vit valdu at fara úr bussinum við Byres Road og leita inn í Glasgow Botanic Gardens. Vit vóru so heppin, at ein av okkum – Torben Schneider – er plantukønur og kundi svara upp á spurningar um nøvn og aldur á trøum. Hugtakandi var at síggja magnolia-træið og at eygleiða ein íkorna, sum spakur og halaprúður smeyg fyri fótunum á okkum. Inni í tí gitna Kibble Palace, einum ovurstórum glashúsi, varnaðist ein serliga tey prúðu trøllakambatrøini. Millum trøini sóust yndisligar standmyndir, teirra millum Eva eftir Scipione Tadolini og Tann nubiski Trælurin eftir Antonio Rossetti. Tá ið vit nærkaðust útgongdini, leitaðu vit inn í eitt tea-room, har vit sessaðust í einum høli og kundu – alt eftir ynski - njóta leskiligar tvíflísar, suppu ella afternoon tea. Vit fóru upp í aftur bussin í Byres Road, og hálvan tíma seinni vóru vit aftur á hotellinum.
Hetta kvøldið leitaðu vit okkum inn á matstovuna Revolution á Mitchell Street. Aftur brellaðust vit eftir fish & chips, og vit ivaðust ikki í, at nú fór at bera til. Men gakk! Har vóru bara fiskur & dálar til trý, og sostatt máttu vit onnur mungandi eygleiða tey úrvaldu, sum nutu sína máltíð við góðum matarlysti! Ikki tí, maturin – eisini tann, vit onnur fingu – var væl tilgjørdur, serveringin skjót og starvsfólkini fitt og fyrikomandi. Vitjanin hevði annars verið uppaftur meira væleydnað, um ikki ein áhaldandi og eintáttaður dum-dum-musikkur – larmur, kundi ein sagt – gjørdi einahvørja samrøðu til eina avbjóðing. Men lagið var gott, og fólk prátaðu dúgliga. Hvussu nógv hvør einstakur hoyrdi av tí, sum grannin segði, er ein onnur søga.
Fráfaringardagin – sum var mánadagur – var av besta veðri. Dagurin gekk við at spáka ella keypa, eitt nú skógvar í krambúðini Skechers ella jakka í Slaters, ella við at njóta ein Cappucino ella Latte í sólskininum uttan fyri eina Nero kaffistovu. Vit fóru við bussinum til Edinburgh og flugu úr høvuðsstaðnum um hálvgum sjey tíðina. Eisini í Føroyum var av besta veðri, og tá ið vit nærkaðust Vágum, sóust tey fýra fjøllini Skælingur, Sornfelli, Fjallið millum Botna og Núgvan standa og bretta sær á – prúð og paralig – í kvøldarsólini. Aðrastaðni sást mjørkin – átøkur risastórum ullarlagdum – fylla skørð, gil og botnar. Ein frálík ferð var komin at enda, og mong okkara mundu hugsa við takksemi um Fjólu, sum hevði lagt túrin so væl til rættis.
Hanus