DansiEksperimentið er ein árlig verkætlan og dansiskeið, ið savnar yrkis- og áhugadansarar. Sum ein partur av DX23 fært tú góða dansifrálæru, sleppur at upptraðka og fært møguleika at menna teg listarliga og persónliga sum dansari.

Tá tú teknar teg til DX23 váttar tú samstundis, at tú ert tøk/ur allar niðanfyristandandi dagarnar:

Venjingar: 16/7 kl 15:00-21:00, 17/7 kl 17:00-22:00, 18/7 kl 17:00-22:00 og sýningar 19/7 kl 15:00-21:00, 20/7 kl 15:00-21:00

Harumframt koma venjingardagar í mars-juni alt eftir hvørjum dansistykki tú skal vera við í.

Venjingartíðir fyri samtíðardans (óroynd/roynd) eru mikudagar kl 17:00-18:30

Venjingartíðir fyri hip hop (óroynd/roynd) eru mánadagar kl 17:30-19:00

Atfaná at tú hevur teknað teg fært tú meira kunning um alt tað praktiska