Januar 2020

Vit ynskja øllum limunum eitt gott nýggjár.

Ársveitslan verður leygardagin 1. februar kl. 19.00

Vit fara at bjóða eina leskiliga 3 rættirs menu við borðsangi og undirhaldi og síðani verður góður blandaður dansur.

Nærri lýsing kemur.

Ársaðalfundurin verður sunnudagin 9. februar 2020 kl. 15.00

Dagskráin fyri aðalfundin stendur í § 3 í felagslógini, sum liggur á heimasíðuni. Øll sum eru tilmeldað dansiskeið 2019/20 eru limir í felagnum og hava møti og atkvøðurætt á aðalfundinum eins og aðrir limir, sum hava goldið limagjald.

Avdansiveitslan verður 14. mars, meira kunning um hetta seinni.

Seinna helvtin av dansiskeiðunum byrjar aftur í næstu viku (vika 2). Fólkadansurin fyri byrjarar hósdag kl. 18.30 verður aftur ókeypis, nýggj kunnu byrja, og nýggj kunnu eisini byrja til fólkadans fyri børn og avvarðandi hósdag kl. 17.30.

við dansikvøðu

Nevndin