August 2019

Góðu limir og áhugað

 

Nú kunnu vit aftur gleða okkum til ein nýggjan dansivetur við fjølbroyttari undirvísing fyri bæði børn og vaksin, byrjarar og vand við okkara frálíku dansilærarum.

 

 Nýtt í ár er holdið Linedansur vand, sum ger at holdið Linedansur lættari vand verður minni krevjandi, so fleiri kunnu vera við.

Fólkadansur fyri børn hósdag er broytt soleiðis, at tað eisini er fyri yngri børn við kanska øðrum avvarðandi enn foreldrum (omma og abbi t.d.).

Fyri at fáa nýggjar fólkadansarar bjóða vit nú Fólkadans fyri byrjarar hóskvøld kl. 18.30 10 ferðir ókeypis fram til jólar, so kom og royn.

Og fyri tey, sum hava hug at dansa á fleiri holdum, er fyrsta holdið til fullan prís og tað ella tey fylgjandi eru til hálvan prís.

 

Byrjað verður viku 39 (frá 23/9), tó fólkadansur týskvøld frá 17/9 og standard dansur frá 9/10.

Dansað verður 20 kvøld tilsamans, tó standard dansur 16 kvøld.

Mánadagur

Týsdagur

 Mikudagur

Hósdagur

 17.30 - 18.45

 Linedansur byrjarar

 v/ Hervør og Birgir

 Kostnaður 1000 kr

 18.00 - 18.50

 Fólkadansur fyri børn frá 3. flokki

 v/Sharon og fleiri

 Kostnaður 400 kr 

 

 17.30 - 18.30

 Standard dansur byrjarar

 v/Annu Sofíu og Karl 

 Kostnaður 900 kr 

 17.30 - 18.15

 Fólkadansur fyri børn og avvarðandi

 v/Marnu, Helenu og Karstin

 Kostnaður 400 kr 

 19.00 - 20.15

  Linedansur byrjarar +

  v/Hervør og Birgir

  Kostnaður 1000 kr

 

 19.00 - 21.00

 Fólkadansur við livandi tónleiki 

 v/Sharon og fleiri 

 Kostnaður 1200 kr 

 18.45 - 19.45

 Standard dansur lættari vand

 v/Annu Sofíu og Karl 

 Kostnaður 900 kr 

 18.30 – 19.15

 Fólkadansur fyri byrjarar

 v/Marnu, Helenu og Karstin 

 Ókeypis 10 ferð

 20.15 - 21.45

 Linedansur lættari vand

 v/Anniku J

 Kostnaður 1000 kr 

 21.00 – 22.30

Linedansur vand

v/Anniku J

Kostnaður 1000 kr

 20.00 – 21.00

 Standard dansur vand

 v/Annu Sofíu og Karl 

 Kostnaður 900 kr 

 19.15 – 20.45

 Fólkadansur vand

 v/Marnu, Helenu og Karstin

 Kostnaður 1000 kr 

 

 

 20.45 – 21.45

 Tango fyri byrjarar og vand 

 v/Anniku W og Sverra

 Kostnaður 900 kr

 Tilmelding og betaling fer fram á heimasíðuni dansifroi.fo. Har liggur eisini ein vegleiðing, men um tú hevur problemir við tilmeldingini kanst tú fáa hjálp í Dansifrøi sunnudagar í september kl. 3-4

 Tá tú ert tilmeldað(ur) eitt dansiskeið er tú limur í Dansifrøi og kanst luttaka í teimum tiltøkum, sum Dansifrøi skipar fyri (børn tó við samtykki frá foreldrum). Um tú ynskir at halda fram sum limur uttan  dansiskeið mást tú gjalda limagjald, sum er 200 kr um árið.

 

Dagfest tiltøk hendan veturin eru

            26. oktober 2019                     Hugnakvøld við fólkadansi og tango

             2. november 2019                  Hugnakvøld við linedansi og standarddansi

             1. februar 2020                       Ársveitsla

             9. februar 2020                       Ársaðalfundur

            14. mars 2020                          Avdansidagur

 Meiri kunning um hesi tiltøkini kemur seinni.

  

Við dansikvøðu

Nevndin