DansiEksperimentið er ein árlig verkætlan og dansiskeið, ið savnar føroyskar yrkis- og áhugadansarar. Sum ein partur av DX23 fært tú góða dansifrálæru, sleppur at upptraðka og fært møguleikan at menna teg listarliga og persónliga sum dansari.
Tá tú teknar teg til DX23 váttar tú samstundis, at tú ert tøk/ur allar niðanfyrinevndu dagarnar:
Venjingar: 16/7 kl 15:00-21:00, 17/7 kl 17:00-22.00, 18/7 kl 17:00-22:00 og sýningar: 19/7 kl 15:00-21:00, 20/7 kl 15:00-21:00
Harafturat koma venjingardagar í mars-juni, alt eftir hvørjum dansistykki tú skalt vera við í.
Venjingartíðir fyri samtíðardans (óroynd/roynd) eru mikudagar kl 17:00-18:30
Venjingartíðir fyri hiphop (óroynd/roynd) eru mánadagar kl 17:30-19:00
Aftaná at tú hevur teknað teg fært tú meira kunning um alt tað praktiska.