Dansifrøi
Kæru limir og vinir hjá Dansifrøi
Takk fyri seinast til tykkum mongu, sum vóru við til ta frálíku 50 ára veitsluna hjá felagnum 12. november 2022.
Av tí, at so stutt er fráliðið, hevur nevndin valt ikki at halda ársveitsluna sum ætlað 27. januar 2023, men heldur at leggja hana saman við Avdansiveitsluna 11. mars 2023.
Aðalfundurin verður í Dansifrøi sunnudagin 5. februar 2023 kl. 15, og vilja vit minna limirnar, sum ikki eru tilmeldaðir eitt dansihold, um at gjalda limagjaldið uppá 200 kr á konto 6460-4053313 ella 9181-4909277.
So vilja vit ynskja øllum eitt gott og koronufrítt nýggjár.
Vinarliga
Nevndin í Dansifrøi
6. januar 2023