Góðu limir
Eftir aðalfundin 9. februar hevur nevndin skipað seg soleiðis:
Formaður: Petur Petersen tlf. 79 25 00
Næstformaður: Malan Rubeksen - 50 81 00
Skrivari: Kára Samuelsen - 22 38 32
Kassameistari: Óli Reinert - 28 56 44
Nevndarlimur: Sonja Sigurstein - 22 24 80
Eykalimur: Karla Andreassen - 50 83 82
Húsanevndin
Formaður Petur Petersen
Nevndarlimur Palli Petersen
Nevndarlimur Kristin Rasmussen
Eykalimur Oddur Reinert
Leygardagin 14. mars 2020 verður Dansifrøidagur og Avdansiveitsla
Dansifrøidagurin byrjar kl. 9.30 við kaffi og rundstykkjum
Síðan fara liðini saman við dansilærarum at sýna fram og/ella undirvísa nakað av tí, sum er vant í vetur, og í ár er skráin hendan:
10.00 - 10.30 Barnadansur við Helenu, Marnu og Karstin
10.30 - 11.00 Linedansur v/Hervør, Birgir og Anniku J
11.00 - 11.30 Standard dansur v/Karl og Annu Sofíu
11.30 - 12.00 Tango v/ Anniku W og Sverri
12.00 - 12.30 Fólkadansur v/Marnu, Helenu og Karstin
12.30 - 13.00 Fólkadansur við livandi tónleiki v/Sharon
13.00 - 13.15 Lancier (ikki undirvísing)
Dansifrøidagurin er ókeypis og tilmelding er ikki neyðug.
Tit eru sera vælkomin at bjóða familjulimun ella øðrum við til tiltakið
Avdansiveitslan byrjar kl. 19
Matskráin er: Grýturættur v/ tilhoyri
Kaffi, te og dessert omaná
Sodavatn, vín og øl kann keypast, og lutaseðlar verða seldir áðrenn borðhaldið.
Eftir borðhaldið skipa dansilærararnir fyri tónleiki til dansin. Hvørt lið fær 15 min. upp á skift
Kostnaður fyri veitsluna er kr. 250,-
Atgongumerkini til veitsluna kunnu keypast á heimasíðuni hjá Dansifrøi www.dansifroi.klubmodul.fo, undir “Tiltøk”.
Eisini fáast atgongumerkini til keyps hjá Einar Mikkelsen í Bøgøtu.
Tilmeldingarfreistin til veitsluna er mikudagin 11. mars.
Við dansikvøðu
Nevndin