26. august 2021

Góðu limir og áhugað

Vit bjóða tí nýggju dansitíðini vælkomnari við fjølbroyttari undirvísing í Dansifrøi. Tað var eingin tilburður av corona í seinasta dansiskeiði, so við sama hugburði gleða vit okkum til eitt nýtt skeið.

Um tú meldar teg til fleiri hold er tað fyrsta til fullan prís og tað ella tey fylgjandi til hálvan prís.

Dansifrøi 2021/22

Byrjað verður viku 38 (frá 20/9), tó barnadansur við Sharon 31/8 og standard dansur 6/10

Dansað verður 20 kvøld tilsamans, tó standard dansur 16 kvøld.

Tilmelding á www.dansifroi.fo

Mánadagur

Týsdagur

Mikudagur

Hósdagur

17.30 – 18.45

Linedansur byrjarar

Hervør og Birgir

Kostnaður 1000 kr

18.00 - 18.45

Fólkadansur fyri børn frá 3. flokki

Sharon v/fl

Kostnaður 400 kr

17.30 – 18.30

Standard dansur byrjarar

Anna Sofía og Karl

Kostnaður 900 kr

18.00 – 19.00

Modern Jive

Súsanna

Kostnaður 900 kr

19.00 - 20.10

Linedansur byrjarar+

Hervør og Birgir

Kostnaður 1000 kr

19.00 - 21.00

Fólkadansur við livandi tónleiki

Sharon v/fl

Kostnaður 1200 kr

18.45 - 19.45

Standard dansur lættari vand

Anna Sofía og Karl

Kostnaður 900 kr

19.15 – 20.45

Fólkadansur

Marna, Helena og Karstin

Kostnaður 1000 kr

20.20 – 21.45

Linedansur lættari vand

Annika J og Ingrid

Kostnaður 1000 kr

21.10 – 22.10

Tango fyri byrjarar og vand

Annika W og Sverri

Kostnaður 900 kr

20.00 – 21.00

Standard dansur vand

Anna Sofía og Karl

Kostnaður 900 kr

 
       

Tilmelding og betaling fer fram á heimasíðuni dansifroi.fo Har liggur eisini ein vegleiðing, men um tú hevur trupulleikar við tilmeldingini kanst tú fáa hjálp í Dansifrøi sunnudagar í september kl. 3 – 4.

Tá tú ert tilmeldað(ur) eitt dansiskeið í ert tú eisini limur í Dansifrøi og kanst luttaka í teimum tiltøkum, sum Dansifrøi skipar fyri (børn tó við samtykki frá foreldrum). Um tú ynskir at halda fram sum limur uttan dansiskeið skal tú gjalda limagjald, sum nú er 200 kr um árið.

Dagfest tiltøk hendan veturin eru

6. november 2021 Hugnakvøld

29. januar 2022     Ársveitsla – Dansifrøi 50 ár

6. februar 2022     Ársaðalfundur

19. mars 2022       Avdansidagur

Meiri kunning um hesi tiltøkini kemur seinni

Við dansikvøðu

Nevndin